Landsstýrið hevur boðað frá ætlanum um at spara uppá raksturin komandi árini. Búskapar- og løgfrøðingarfelagið (BLF) vil við hesi grein seta fram hugleiðingar um nýggja lønarskipan við avriksløn, sum vit meta - uppá longri sikt - fer at hava við sær ein bæði bíligari og betri almennan sektor. Ein trupulleiki við verandi lønarskipan er, at eingin beinleiðis samanhangur er millum avrik og løn hjá starvsfólki, altso gevur tað ikki eina hægri løn at gera ein eyka innsats. Niðanfyri verður víst, hví vit meta, at fyrimunir eru bæði fyri arbeiðsgevara og starvsfólk við avriksløn.
Avriksløn, hvat er tað?
Avriksløn er løn har samanhangur er millum avrik og løn, og tað kundi kallast eitt slag av akkordskipan. Ymiskir mátar eru at skipa tað uppá, td. kunnu eini 15 % av lønini vera avriksløn. Hvussu nógv av teimum 15 %unum verða útgoldin, avhongur av, hvat starvsfólkið hevur avrikað.
Vit leggja upp til, at avtalur skulu gerast millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakaran fyri eitt tíðarskeið uppá td. 1 ár í senn. Hesar avtalur skulu greina út, hvørji mál, ið skulu røkkast. Nøkur hugsaði dømi um mál, sum kunnu verða sett upp, kann vera, at málviðgerðartíðin fyri td. toll og skatt styttast so og so nógv. Ella kann málið vera, at eitt álit í td. heilsumálaráðnum skal vera skrivað innan ein nærri ásettan tíðarkarm. Málið kann eisini vera, at nøgdsemi hjá viðskiftafólki á td. Almannastovuni skal vera hækkað næstu ferð tað verður mátað.
Málini kunnu antin vera individuell ? fyri tað einstaka starvsfólki ella kollektiv ? fyri ein bólk av starvsfólki. Tá tíðarskeiðið er runnið, verður so gjørt upp, og lønin útgoldin eftir, hvussu væl málini eru nádd.
Skipanir av hesum slagi virka bæði innan tað almenna og tað privata í Danmark og í øðrum londum. Royndirnar frá tí almenna í Danmark vísa, at tað ber til at brúka slíkar skipanir, og bæði starvsfólk og arbeiðsgevarar hava sambært kanningum eisini góðar royndir við slíkum skipanum.
Hví skal tað innførast?
Ymiskar orsøkir eru fyri at royna avriksløn. Fyri tað fyrsta so førir ein slík skipan, eftir okkara tykki, til ein meira effektivan almennan sektor. Hetta tí at arbeiðsinnsatsurin hjá starvsfólkunum økist, tí at tey vilja røkka teimum málum, sum eru avtalað. Hervið verður meira arbeiði gjørt pr. starvsfólk.
Í øðrum lagi verður fokus sett á málini hjá stovnunum, og hervið gerast málini greið. Stovnarnir verða eisini noyddir at arbeiða við at seta síni mál upp og hesi mál eru grundarlagið fyri virkseminum hjá stovninum.
Triðja - og helst høvuðsorsøkin til, at BLF viðmælir avriksløn er, at hetta skapar størri nøgdsemi hjá einstaka arbeiðsfólkinum. Arbeiðsplássið verður meira spennandi, tí at møguleiki verður fyri, at starvsfólkið fær ávirkan á sína egnu løn við at gera ein eyka innsats. Eisini fær starvsfólkið meira ávirkan á stovnin, tí fyri at seta málini upp krevjast samrøður millum stjóra og starvsfólk um, hvørji mál arbeiðast skal við.
Hvussu skal tað innførast?
Skipanin, sum vit hugsa um, má vera staðbundin, soleiðis at tann einstaki stovnurin setur síni mál. Hetta tí at stovnarnir eru ymiskir og málini eru ymisk. Tískil mugu stovnarnir fáa eina peningapulju, ið kann brúkast til avrikslønir.
Fyri málini skulu hava nakra meining er neyðugt at seta málini høgt, men ikki alt ov høg. Tí um málini eru ov høg verða fólk ikki motiveraði. Og um málini verða sett ov lág verða fólk heldur ikki motiveraði.
Tá mál verða sett upp eigur at ansast eftir at ekstern og óforútsæð viðurskifti ikki ávirka hesi. Málini skulu vera tengd at viðurskiftum, sum starvsfólki hevur beinleiðis ávirkan á. Td. eigur tað ikki vera soleiðis, at títt mál er heft at um onkur mótpartur vil vera við ella ei.
Vansar við avriksløn
Ein tílík nýggj skipan sigst hava ymiskar vansar, ið skulu verða royndir svaraðir her.
Ein nevndur vansi er, at starvsfólkini gerast sjálvsøkin og arbeiðsumhvørvið versnar, tí bert verður hugsað um sína egnu løn. Til tað er svarið, at um tað verða innførdar kollektivar avtalur, soleiðis at tað er ein bólkur av starvsfólki, ið skal røkka einum máli, gerst samanhaldið betur. Eisini skal hesin vansin vigast upp ímóti tí, at starvsfólkini fáa møguleika fyri at ávirka sína egnu løn, og tí verða betur nøgd.
Ein annar vansi kundi verið, at fólk fara at arbeiða so mikið skjótt at hetta gongur útyvir góðskuna í avrikinum. Her er svarið, at fokuseringin á ítøkiligu málini eftir okkara tykki eigur at forða fyri at góðskan í tænastustøðinum fellur, tí at tað gerst meira greitt, hvat tað er arbeitt verður fram ímóti.
Tað verður eisini sagt, at almenna virksemi ikki kann mátast í krónum og oyrum, tí ber ikki til at innføra eina slíka skipan. Svarið til tað er, at tað almenna kann seta málini upp sum omanfyri nevnt og so uppfylgja upp á tað. Ein slík skipan krevur ikki, at virksemið kann gerast upp í krónum og oyrum.
Til seinast verður sagt, at skipanin við avriksløn gongur útyvir fólk, ið td. fáa trupulleikar í teirra privatlívi við sjúku, deyða ella onnur viðurskifti, sum gera tey minni motiveraði eina tíð. Í tílíkum førum eigur skipanin at innihalda undantaksreglur ella serligar skipanir fyri fólk, sum koma illa fyri.
Endi
Ein slík skipan kann ikki innførast eftir einum degi, men BLF vil gjarna taka spurningin upp og møguliga seta royndarskipanir í verk, soleiðis at funnið kann verða út av, hvussu ein skipan við avrisksløn kann virka.
Spurningurin er eisini um aðrir fakbólkar vilja vera við í eini slíkari skipan, td. hevði tað verið best um tænastumenninir í umsitingini eisini gerast ein partur av eini slíkari skipan, soleiðis at hon virkar virkar frá toppinum og niður. Teir hava eisini - so vítt vit hava skilt - verið inni á hesum tonkum fyrr.