Nevndarvalið í Atlantsflog í løgtingið

Johan Dahl skal í morgin greiða løgtinginum frá, hvussu hann mannar nevndina í P/F Atlantsflog

Johan Dahl, landsstýrismaður, skal á tingsins røðarapalli í morgin greiða frá, hvussu hann velur nevndarlimir í P/F Atlantsflog.

 

Tað er Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sum spyr landsstýrismannnin um tað, sum er komið fram í miðlunum hjá Miðlahúsinum seinastu dagarnar um nevndarvalið í Atlantsflog.

 

Høgni Hoydal spyr, hvussu nevndarvalið fer fram, tá landsstýrismaðurin velur nevndarlimir og nevndarformann í P/F Atlantsflog. Hann spyr, um alt verður niðurskrivað, grundgivið og staðfest.

 

Hini spurningarnir eru hesir:

 

Kemur landsstýrismaðurin sjálvur við uppskotum um tilnevning – ella innstillar nakar til landsstýrismannin – og hvørji førileikakrøv verða sett og nýtt sum grundarlag í valinum?

 

– Er tað rætt, sum landsstýrismaðurin er endurgivin fyri at siga í fjølmiðlunum, at hann hevur valt nevndarformann ímóti tilmæli nevndarinnar, tí hann ikki vildi góðtaka, at fyrrverandi stjórin í felagnum ráddi fyri, hvør skuldi verða nevndarformaður í felagnum – og hvør er sakliga og niðurskrivaða grundgevingin fyri hansara frávali og vali?

 

– Er hetta orsøkin til, at undanfarni stjórin varð koyrdur frá eitt leygarkvøld, og hevði landsstýrismaðurin tosað við núverandi nevndarformannin um hetta stig?

 

– Heldur landsstýrismaðurin, at hann skal vera beinleiðis uppi í í stýringini at reka P/F Atlantsflog – eins og var tað hansara egna fyritøka?

 

– Kann landsstýrismaðurin nú rímiliga long tíð er liðin, síðani fyrrverandi stjórin so bráðfeingis varð settur frá starvinum og nýggjur stjóri settur, greiða frá, hvør visjónin, grundgevingin og ætlanin var og er fyri hesum stigi?

 

Tingfundurin í morgin verður klokkan 11. Einasta mál á skránni eru munnligir fyrispurningar.