Nevndarformaðurin í FC Amager takkar fyri seg

- Longu í desembur 2008 gjørdi eg leiðsluna varuga við, at teirra mál als ikki samsvara við núverandi fíggjarligu møguleikarnar í felagnum. Tað eru heilt einfalt ov fáir pengar í kassanum til at røkka slíkum málum, sigur Brian Mollerup, nú fyrrverandi nevndarformaður í FC Amager, í tíðindaskrivi til danskar fjølmiðlar í dag.

 

Brian Mollerup var undan starvinum í FC Amager drívmegin í hondbóltsfelagnum Slagelse FH, har hann í tøttum samstarvi við Anju Andersen menti kvinnulið felagsins til heimsins sterkasta.

 

Mollerup undirstrikar í tíðindaskrivinum, at hann heldur fram í Copenhagen Multiarena A/S, hvørs hevur til endamáls at byggja eina multiarena á Amager.