Netbankin steingir fyri XP

Hálvan juli sleppa teldur við Windows XP stýriskpinanini ikki longur at brúka netbankan

Tað eru nakrir mánaðir siðani, at føroysku peningastovnarnir boðaðu frá, at teldur við Windows XP stýriskipanini ikki longur vóru eins tryggar at nýta til netbankan, sum teldur við nýggjari stýriskipan.

Og nú verður boðað frá, at teir 2.000 til 3.000 føroysku brúkararnir við Windows XP als ikki sleppa á netbankan eftir 15. juli.

Vinnuhúsið skrivar á heimasíðu sínari, at orsøkin er, at Oracle, sum er veitari av forritinum Java, hevur avgjørt, at frá 15. juli verður Java ikki framhaldandi sambæriligt við Windows XP. Hesa avgerð hevur Oracle tikið, tí at Microsoft er givið við at trygdardagføra gomlu Windows XP stýrisskipanina, sum av fyrstan tíð kom á marknaðin í 2001. Tað hevur við sær, at vandin fyri at teldan verður fongd við virus, ella at óviðkomandi fáa atgongd til telduna, økist. 

 

Fyri at brúka Netbankan krevst dagført Java forrit á telduni, og tí eiga allar teldur ið nýta Windows XP at verða dagførdar við eini nýggjari stýrisskipan skjótast gjørligt.  15. juli verður Java forritið dagført á Netbankanum, og eftir dagføringina ber ikki til at innrita umvegis Windows XP. 

 

Alt eftir, hvussu gomul teldan er, kann gerast neyðugt at keypa eina nýggja teldu, tí nýggjari stýriskipaninar seta størri krøv til telduna enn Windows XP ger, skrivar Vinnuhúsið.