Netanyahu: USA var ikki part­ur av á­lopi­num á iranska gassøkið

Trump segði í dag, at hann hevur biðið Netanyahu um at halda aftur í álopum á iranskar gasskeldur

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, legði í dag dent á, at USA ikki var við í álopum á iranskar gasskeldur. - Mynd: Ronen Zvulun/Reuters

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, tók í dag ábyrgdina av álopinum á iransku gasskelduna South Pars og legði dent á, at USA ikki var partur av álopinum.

Tað segði forsætisráðharrin á einum tíðindafundi, sambært tíðindastovuni AFP.

Útsøgnin hjá Netanyahu stuðlar frágreiðingini hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um at USA ikki var vitandi um álopið.

Á einum tíðindafundi í dag legði Trump eisini dent á, at hann hevði biðið Netanyahu um at halda aftur í álopum á iranskar gasskeldur.

– Eg bað hann ikki gera tað, og tað fer hann ikki at gera, segði Trump sambært AFP og legði afturat:

– Vit semjast væl við hvønn annan. Tað er samskipað, men onkuntíð ger hann okkurt.

Á tíðindafundinum hjá Netanyahu váttaði forsætisráðharrin, at Trump hevði biðið hann um at steðga álopunum á iransku gasskeldurnar.

– Trump forseti bað okkum halda okkum frá framtíðar álopum, og tað gera vit, segði forsætisráðharrin á tíðindafundinum, sambært AFP.

Samstundis rósti Netanyahu samstarvinum við amerikanska forsetanum.

– Eg haldi ikki, at tveir leiðarar hava verið so samskipaðir sum Trump forseti og eg. Hann er leiðarin, og eg eri, tú veitst, sameindi hansara, sigur Netanyahu.

Iranska gasskeldan South Pars varð í dag rakt av álopum, og Iran ávaraði síðani um, at landið fór at leypa á orkuverk í Katar, Saudi Arabia og Sameindu Arabisku Emiratunum.

Gasskeldan South Pars er týdningarmesta keldan til innlendis orku í Iran, sum til tíðir hevur trupult við at framleiða nóg mikið av streymi, skrivar The Guardian.

Eftir ávaringina frá Iran vórðu fleiri av flótandi jarðgass (LNG) virkjunum í Katar rakt av rakettálopum í nátt.

Millum teirra var Ras Laffan Industrial City, sum er fremsta virkið hjá Katar til framleiðslu av flótandi jarðgassi.

 

/Ritzau/

 

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, legði í dag dent á, at USA ikki var við í álopum á iranskar gasskeldur. - Mynd: Ronen Zvulun/Reuters