Ukrainsk samráðingarfólk á veg til USA

Samrøðurnar um at fáa ein enda á krígnum í Ukraina hava verið í bíðistøðu, síðan USA leyp á Iran hin 28. februar

- Partar av ukrainsku samráðingarnevndini eru longu á veg til USA, og vit vænta, at tað verður ein fundur leygardagin.

 

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í sínari dagligu video-talu í kvøld.

 

Samrøðurnar um at fáa ein enda á krígnum í Ukraina hava verið í bíðistøðu, síðan USA leyp á Iran hin 28. februar.

 

- Steðgur hevur verið í samrøðunum, sigur ukrainski forsetin.

 

Volodymyr Zelenskyj leggur aftrat, at Ukraina fer at gera alt, sum gerast kann fyri, at samrøðurnar í USA veruliga gerast gagnligar.