Nes kommuna eigur 30-35 byggibúgvin grundøki

Símun Johannesen, borgarstjóri, væntar, at áhugin fyri at byggja í kommununi fer at veksa aftur, tá landsstýrið og P/F Skálafjarðartunnilin vónandi koma ásamt um sáttmála um nýggja sambandið millum Eysturoy og Suðurstreym. – Av øllum kommunum, sum hava fleiri enn 1000 íbúgvar, er skattaprosentið hjá okkum hitt lægsta, sigur hann

Kommuna

Flestu kommunur eru sperdar í hesum tíðum, nú skattagrundarlagið neyvan veksur, men heldur minkar, samstundis sum íløgur eru gjørdar í framtíðina.
Í Nes kommunu eru stórar íløgur gjørdar seinnu árini við nýggjum eldrasambýli, nýggjum skúla, planering av ídnaðarøki og útbyggingum av rúmligari havnalagi.
Kommunan hevur eisini lagt nógva orku í at hava grundøki tøk til tey, sum ætla sær at seta búgv, og tí eru útstykkingar gjørdar við vegi og planeringum, soleiðis at klárt er hjá fólki at stoypa.
Við Gaddavegin, sum er lutfalsliga nýggjur, er ein útstykking, og við Lýðarsveg er ein onnur og hin seinasta.
Símun Johannesen, borgarstjóri, sigur, at enn eru nøkur grundøki eftir í útstykkinini við Gaddavegin, meðan fleiri eru eftir í nýggjastu útstykkingini við Lýðarsveg.

Klárt at byggja
Borgarstjórin sigur, at kommunan eigur eini 30-35 grundøki, harav tey flestu eru klár hjá fólki at byggja á.
- Haraftrat kemur, at fólk, sum ætla sær at seta búgv, eisini hava møguleikan at keypa burtur av kongsjørð, leggur hann aftrat.
Nøkur sethús standa í gerð í kommununi, men borgarstjórin dylur ikki fyri, at hann kundi hugsað sær, at meiri ferð kom aftur á sethúsabyggingina.
- Í nýggju útstykkingini við Lýðarsveg eru 24 grundøki byggibúgvin, harav bert 3-4 eru seld. Onnur eru umbiðin, men líkt er til, at í fleiri førum kemur ikki gongd á. So leingi, sum grundøkini ikki eru goldin, eru tey heldur ikki seld.
Borgarstjórin sigur, at nøkur av teimum, sum upprunaliga ætlaðu sær at byggja við Lýðarsveg, eru lopin frá, og tí metir kommunan seg at eiga eini 20 grundøkir eftir í hesi útstykking, sum kunnu umbiðast og keypast av øðrum.
Hann ásannar, at tíðirnar broyttust so knappliga, og í løtuni er ikki líkt til, at verulig ferð kemur á aftur sethúsabyggingina.
- Men tað eru glottar fyri stavn, heldur borgarstjórin.

Undirsjóvartunnil
Eins og flestu eysturoyingar og norðoyingar bíðar Símun Johannesen spentur eftir úrslitinum av samráðingunum millum landsstýrið og P/F Skálafjarðartunnlin um sáttmála partanna millum.
- Tað hevur verið sagt, at málið skal leggjast fyri tingið í hesi tingsetuni, sum endar tíðliga í mars, so vit vænta, at okkurt fer at spyrjast burtur úr samráðingunum innan langt um líður, sigur hann.
Borgarstjórin ivast onga løtu í, at áhugin fyri sethúsabygging í Nes kommunu fer at veksa aftur, tá tað verður greitt, hvussu verður undirsjóvartunlinum millum Skálafjørðin og Suðurstreym.
- Eg sá eitt yvirlit yvir skattaprosentið í ymisku kommununum herfyri og soleiðis, sum eg las hetta, hevur Nes kommuna lægsta skattaprosent millum tær kommunur, sum hava fleiri enn 1000 íbúgvar. Vit hava nógv vinnulív, bæði á landi og sjógvi, og tí ivist eg onga løtu í, at áhugin hjá fólki at seta búgv í kommununi fer at veksa aftur, tá tíðir broytast, sigur Símun Johannesen.

Vakurt útsýni
Hann vísir á, at grundøkini í útstykkingini við Lýðarsveg kosta 297.500 krónur, men tá er hetta ikki kostprísur fyri verkætlanina, tí hetta er meiri at kalla brattlendi.
- Men hetta ger samstundis, at bæði tey, sum byggja niðan fyri vegin og tey, sum byggja omanfyri, koma at hava sera vakurt útsýni yvir Tangafjørð og meginpartin av havnarlagnum.
Borgarstjórin vísir á, at treytir eru við byggingini, sum fer fram undir vegnum, at húsini ikki skulu hava høga reising, og henda treyt er áløgd fyri, at tey, sum byggja omanfyri vegin, ikki skulu missa útsýni.
- Eg haldi, at grundøkini við Lýðarsveg eru sera áhugaverd, samstundis sum tey liggja í serstøkum umhvørvi í kommununi, leggur hann aftrat.
Spurdur, um kommunan hevur umhugsað at lækkað prísin á hesum grundøkjum fyri at veksa um áhugan at byggja, sigur Símun Johannesen, at hetta hevur ikki verið viðgjørt, men hevur verið nevnt.
- Sum eg nevndi, er hetta ein kostnaðarmikil útstykking, og tí er spurningurin, hvat vit kunnu gera við hetta. Hinvegin er útstykkingin goldin, og tá hevði tað verið betri, um vit fingu okkurt burtur úr henni.
Símun Johannesen sigur, at í løtuni er einki aktuelt um møguliga at lækka prísin á hesum grundøkjum.
- Her er klárt hjá fólki at seta formarnar upp, og allar íbindingar eru íroknaðar grundøkjaprísin, sigur hann.

Alternativ kongsjørð
Borgarstjórin vísir á, at fólk, sum ætla sær at seta búgv, men aftra seg við at gera so stórar íløgur, framvegis hava møguleikan at keypa burtur av kongsjørð.
- Hesi grundøkini kunnu keypast bíligari, men tá er eingin útgrevstur ella planering við, ei heldur íbindingargjaldið hjá kommununi, sum er 30.000 krónur, sigur Símun Johannesen, sum vónar, at verulig gongd fer at koma á aftur sethúsabyggingina í kommuni, áðrenn langt um líður.