Nephew-staklag ovast á Tjeklistanum

Nýggja stakfløgan hjá Nephew ?Mexico ligger i Spanien? lá ovast á Tjeklistanum hjá DR/P3 sunnudagin Danski bólkurin Nephew við sangarunum Simon Kvamm, sum hevur røtur í Føroyum, royndi seg á G! festivalinum í 2005. Fyri eini tíð síðani bleiv tað so almannakunngjørt, at vælumtókti danski bólkurin enn einaferð verður at hoyra á G! festivalinum í summar.

 

Sunnudagin fekk Nephew so enn eitt lag ovast á Tjeklistan, tá lagið á nýggju stakfløguni ?Mexico ligger i Spanien? endaði á ovastu rók. Hetta er 8. ferð, at eitt lag hjá Nephew liggur ovast á Tjeklistanum, og tað eru bara teir og Madonna, sum kunnu reypa sær av at hava ligið so ofta ovast á Tjeklistanum.

 

?Mexico ligger i Spanien? er av seinastu fløguni hjá bólkinum ?Interkom, Kom Ind?, sum kom út seint í fjør. Sangurin er eisini komin út sum videolag, og oddamaðrin í bólkinum, Simon Kvamm, hvørs abbi var gøtumaður, hevur sjálvur stjórnað videolagnum.