NSÍ verður fimmti næsta ár, og fyrireikingarnar at gera enn eina roynd at vinna fyrsta FM heitið ganga við fullari ferð.
Leingi hevur tað ljóðað, og fríggjadagin vórðu tíðindini váttað. Jónhard Frederiksberg og Nenad Stankovic, sum higartil hava umboðað Skála Ítróttarfelag, fara næsta ár at spæla við NSÍ. Jónhard er álopsspælari, og Nenad er miðvallari.
Í Vespuni, sum er NSÍ-sending á Rás2 varð eisini sagt, at felagið hevur tryggjað sær tveir spælarar afturat. Ein áleypara og ein verjuspælara.