Nenad givin í Víkingi

Sáttmálin við Víking gongur út nú kappingarárið er av og verður ikki longdur. Tíðindini ber dagsins Dimmalætting. Nenad Stankovic hevur ikki spælt seinasta mánaðin við Víkingi, men tað er orsaka av einum skaða, hann fekk í økslina, tá HB vitjaði í Sarpugerði 19. september.

 

Partarnir kannaðu annars møguleikarnar fyri at leingja um samstarvið, men tað eydnaðist ikki at finna eina loysn, báðir partar kundu góðtaka.

Sambært Dimmalætting tosar Nenad Stankovic í løtuni við onnur føroysk feløg, men fær hann ikki ein nøktandi sáttmála frá onkrum av hesum feløgunum, gongur leiðin aftur til Serbia.

 

Nenad Stankovic hevur verið víða um í Føroyum. Hann kom til Skála í 2005, men skifti saman við venjaranum Johan Nielsen til NSÍ í 2007, har hann átti ein høvuðsleiklut í Føroyameistaraheitinum tað árið. Hann varð eisini kosin ársins leikari hetta kappingarárið.

Í ár hevur Nenad Stankovic spælt við Víkingi, men hann hevur ikki verið á vøllinum síðani hann meiddi sær óstbeinið í nærdysti við Fróða Benjaminsen fyri góðum mánaði síðani.