Neistin vil staðfesta bronsuna

Klokkan 18.30 í kvøld spæla kvinnuliðini hjá Neistanum og VÍF

Hondbóltur

Við sigrinum á StÍF sunnudagin staðfesti VÍF, at tær ikki ætla sær nakran sum helst veg niður úr Sunset-deildini, tá hetta kappingarárið er av.
Seinastu nógvu umførini hevur VÍF eisini givið ábendingar um stóra potentialið, sum býr í liðnum, og á heimavølli móti Neistanum bragdaði eisini hjá teimum, tá tær heldur óvæntað vunnu tvey sera týðandi stig.
Tann dysturin er avgjørt nakað, sum Neistakvinnurnar vilja hevna. Tað er eingin ivi um, at Neistin stendur við bronsumerkjunum, tá kappingin er av, men dysturin móti VÍF er samstundis eitt høvi at prógva, at Neistin uttan nakran sum helst iv hevur uppiborið bronsumerkini. Og ivaleyst er tað hetta, sum tær bláu ætla sær at prógva í dystinum.