Hondbóltur
Skal felag hava rætt til nýggjan dyst, tá eitt klokkuklárt dómaramistak hevur avgerandi ávirkan á úrsliti av dystin.
Tað er høvuðsspurningurin, sum Neistin hevur sett bæði kappingar- og dómsnevndini hjá HSF.
Fekk reytt aðru ferð
Upprunin til hendingina skal finnast í næsta dystinum hjá mansliðnum hjá Neistanum hetta kappingarárið. Hesin var í Hoyvíkarhøllini móti KÍF, og sum so var talan ikki nakað merkisvert fyrstu trý korterini av dystinum.
Eitt korter fyri leiklok kom tó hendingin, sum fekk Neista-sinnini í kók. Bogi Simonsen fekk tá sína aðru útvísing, og sum so var eingin, sum mótmælti hesum. Dómaraborðið gjørdi tó dómararnar varugar við, at talan var um triðju útvísingina, og at spælarin tí skuldi rekast av vøllinum.
Neista-spælarar og -venjari vóru í øðini. Teir hildu fast um, at talan bara var um aðru útvísingina. Dómaraparið sjálvt hevði ikki ført yvirlit yvir útvísingar v.m., soleiðis sum eitt par annars eigur at gera, og tí kundu teir ikki gera stórt annað, enn at fylgja boðunum frá dómaraborðinum.
Eingi prógv
Eftirfylgjandi hevur Neistin so kært málið til kappingarnevndina, men her fekk kæran ikki viðhald.
- Við støði í, at dómaraseðilin er undirskrivaður av bæði dómaraborði og dómarunum, hevur kappingarnevndin valt, at tey ikki gera meira við málið, er staðfestingin frá hesi.
Seinni hevur Neistin so eisini kært málið til Dómsnevndina. Svarið frá hesari kom 13. desember, men heldur ikki her var nøkur hjálp at heinta.
Fyrst og fremst, so grundar Dómsnevndin sítt svar á, at tað ikki ber til at prógva, hvørt eitt mistak er farið fram ella ikki. Teir hava millum annað hoyrt bæði dómarar og dómaraborð í málinum, men hvørgin parturin hevur her staðfest, at talan var um mistak.
»Dómsnevndin metir, at tá dómararnir í einum dysti hava tikið avgerð um, at ein leikari skal reyða kortið, skal Dómsnevndin hava tilfar, sum heilt greitt prógvar, at talan var um eitt mistak, áðrenn tað kann koma upp á tal fyri Dómsnevndina at áseta, at nýggjur dystur skal leikast. Dómsnevndin hevur ikki fingið tílíkt tilfar í hesum málinum«, er greiða staðfestingin í skrivinum, sum Dómsnevndin hevur latið Neistanum.
Gera neyvan meira
Í Neistanum hava tey enn ikki tikið støðu til, hvørt tey fara at kæra málið víðari til Ítróttardómstólin.
- Vanliga verður jú góðtikið, at Dómsnevndin hevur avgerðarmyndugleikan, og spurningurin er helst, hvørt vit vilja nýta meira orku upp á hetta málið, sigur formaðurin í Neistanum, Jón Kragesteen.
- Fyri okkum er talan tó um rættiliga prinsipiellan spurning. Umboð fyri dómaraborðið hava fyri okkum viðgingið, at talan var um mistak, men hetta er ikki tað, sum er sagt í frágreiðingini til Dómsnevndina. Samstundis er hetta eisini ein spurningur um, hvørt ein dómaraseðil er nakað sum helst verdur. Sambært dómaraseðlinum framgongur jú púra greitt, at talan var um mistak, men hetta hevur ikki nakað virði í próvførsluni. Og tað er ein rættiliga prinsipiellur spurningur fyri okkara viðkomandi.
Jón Kragesteen sigur annars, at tey enn einaferð hava sett seg í samband við umboð fyri dómaraborðið.
- Vit vilja hava at vita, hvør frágreiðing er galdandi. Men sum sagt, so veit eg ikki, hvørt vit annars fara at gera meira við málið.