Neistin hevði ikki stórvegis møguleikar at hótta Metaloplastika í fyrra dystinum millum liðini í kappingini fyri meistaralið.
Úrslitið var 37-25. Hálvleiksstøðan var 21-12.
Jacob Jónsson, sum er hjálparavenjari, sigur í viðtalu við heimasíðuna hjá Neistanum, at føroysku meistararnir eru ikki vónbrotnir av úrslitinum.
- Vit spæla væl, hóast vit missa fokus í løtum. Vit halda ikki høvdið kalt og hugsa okkum ikki væl um allan dystin, og tí fara serbarnir ov langt frá okkum. Serbisku spælararnir eru í miðal nógv kropssterkari enn okkara spælarar og eru skjótir á beinunum. Vit eru ikki vanir við slíkt verjuspæl, og slíkt álop, við stórum monnum, sigur Jacob Jónsson.
Jugoslav Djumic noyddist av vøllinum í fyrra hálvleiki og verður ikki tøkur til seinna dystin, sum verður sunnumorgunin klokkan 10. Sjúrður Thomassen fór eisini út við skaða.
Málskjúttarnir hjá Neistanum vóru:
Finnur Hansson 7, David Edvardsen 5, Rósing Rasmussen 4, Heini Hanusarson 4, Jón Ludvig 3, Jugoslav Djumic 1 og Carl Herup Olsen 1.