Ein dystur bleiv spældur í Hvonndeildini í gjár, tá ið neistakvinnur tóku ímóti Stjørnuni í høllini á Hálsi. Dysturin endaði við trivaligum sigri til Neistan, ið sostatt kom aftur á røttu slóð eftir tapið ímóti kyndilskvinnum fyri góðari viku síðani.
Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat lið fór avstað við stigunum báðum. Longu í steðginum var Neistin á odda 14-6, og harvið var dysturin so at siga avgjørdur. Í seinna hálvleiki vaks málmunurin ímillum liðini enn meir, og at enda vunnu neistakvinnur heili 30-18.
Úrslitið merkir, at Neistin er nummar tvey í Hvonndeildini við fýra stigum eftir tríggjar dystir, meðan Stjørnan er á aftasta plássi við ongum stigum eftir somuleiðis tríggjar dystir.
Málskjúttarnir frá dystinum síggjast niðanfyri:
Neistin-Stjørnan 30-18 (14-6)
Neistin: Brynja Høj 7, Marjun Danberg 6, Fríða á Dunga 4, Birita Jacobsen 4, Bára Hansen 3, Drós Ragnarsdóttir 2, Lilja Mohr 2, Súsanna Nólsoy 1 og Eir Berg 1.
Stjørnan: Tóra Eliasen 6, Jansy Jacobsen 4, Mina Sirdal 2, Monika Jacobsen 2, Ella Petersen 2, Hanna Brandal 1 og Sonja Sirdal 1.