Vinnarin av dystinum í nátt millum Miami Heat og San Antonio Spurs vinnur NBA meistaraheitið.
Finalurnar í amerikansku kurvabóltskappingini, National Basketball Association, eru í hesum døgum. Spælt verður best av sjey dystum. Í løtuni hava Miami Heat og San Antonio Spurs vunnið tríggjar dystir í part.
Sostatt verður neyðugt við alt avgerandi sjeynda dystinum, sum verður í nátt.
Fyri Miami Heat er kendasti spælarin LeBron James, sum er eitt tað størsta ítróttarnavið í Amerika. Hjá San Antonio Spurs er Tony Parker helst kendasta navnið. Eina mest fyri at hava verið giftur við Hollywood sjónleikaranum Evu Longoriu, sum millum annað er kend úr sendingini Desperate Housewives.
Sjeynda og alt avgerandi NBA finalan verður í nátt klokkan 02.00.