Fíggjarstjórin í almenna týska jarnbreytarfelagnum er komin í trupulleikar, eftir at hann hevur skuldsett forvitin tíðindafólk fyri at nýta sama arbeiðshátt sum nazistarnir í tríatiárunum, tá tey granska viðurskiftini hjá jarnbreytarfelagnum.
Diethelm Sack vil eftir øllum at døma vera við, at ágangurin, sum jarnbreytarfelagið fær í fjølmiðlunum, vekir minni um Triðja Ríkið. Men tað gongur ikki, siga fleiri týskir politikarar. Samferðslutalsmaðurin hjá Fríu Demokratunum, Horst Friedrich, sigur við DPA, at fíggjarstjórin eigur at fáa sekkin fyri orðini. Tað sama halda fleiri aðrir politikarar.
Í einum brævi skal Diethelm Sack hava skrivað, at nógv tíðindafólk duga sær ikki hógv, og at tey fara alt ov lætt um sannleikan. Fáa tey ikki fatur á sannleikanum, skriva tey okkurt annað, sama hvussu reingjandi tað er, skrivar hann í brævinum.