Navigator við topphongdum hurðum

Á New York International Auto Show sýnir Lincoln fram ein rættiliga annarleiðis SUV.  Talan er um nýggja Lincoln Navigator, sum her verður vístur sum konseptbilur.

 

Lincoln Navigator var ein slóðbrótandi bilur, tá hann kom fram sum ein luksus SUV fyri næstan 20 árum síðan. Tað sermerkta við hesum konsept bilinum eru topphongdu hurðarnar, sum vit eisini hava sæð á nýggja Tesla Model X.

 

Lincoln er ein deild hjá Ford Motor Company í USA, ið framleiðir luksusbilarnar Lincoln, sum eitt sjálvstøðugt bilmerki. Lincoln Navigator hevur verið gjørdur síðan 1997.

 

Hesin konseptbilurin er spekkaður við nýggjari tøkni. Bilurin hevur 3,5-litra V6 EcoBoost motor við 400 hk. Nýggi Lincoln Navigator kemur á marknaðin næsta ár. 

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/