Fiskivinna
Risatrolarin, Atlantic Navigator, er á veg til lands við fullari last, 1200 tonsum av surimi og 300 tonsum av mjøli. Teir fóru avstað, 18. januar og byrjaðu at fiska 20. januar.
Hetta er ein góður túrur hjá skipi og manning ikki minst, tá ið havt verður í huga, at skipið er umbygt og ikki fór á fyrsta túrin fyrr enn stutt fyri jól.
Plattalast
Atlantic Navigator tekur undir vanligum umstøðum eini 1600 tons í lastini, men nú vøran stendur á plattum, tekur lastin nøkur hundrað tons minni. At framleiðslan fer í lastina á plattum, ger tað ómakaleysari at fáa vøruna niður, og tá ið landað verður, er eisini skjótari at fáa framleiðsluna upp úr aftur skipinum.
Mánakvøldið hevði Atlantic Navigator 1158 tons av surimi í lastini, og tá var manningin ikki liðug at framleiða.
So væl hevur gingið at fiskað hendan túrin, at manningin stundum hevur brotið vakt, soleiðis at fiskurin kundi fáast undan. Tá ið mest hevur verið at gera, hevur manningin brotið vakt triðja hvønn dag.
Sum skilst, hevur fiskurin verið hampiliga góður, men nú til várs gýtir svartkjafturin, og tá gerst hann meira rak.
Góður marknaður
Atlantic Navigator leggur veiðina upp í Ánunum, har hon fer í bingjur og síðan av landinum.
Væntandi er, at tað fer at taka einar tveir dagar at leggja veiðina upp og gera skipið klárt aftur til nýggjan túr.
Skipari hendan túrin var Lion Petersen, og nú farið verður avstað aftur seinni í vikuni, stendur Brandur Nólsoy á brúnni.
Sum skilst, er marknaðurin fyri surimi góður og støðugur. Ein helmingur av framleiðsluni hjá Atlantic Navigator fer til Japans, og hin helmingurin verður seldur í Evropu.
Surimi verður framleitt og selt í tilsamans fimm sorteringum eftir dygd.










