Felagið fyri matstovur, barrir og náttklubbar hevur gjørt av at skeinkistøðini fara at hava opið sum vant, hóast tilmæli um at steingja.
– Vit fylgja heilsufakligu tilmælunum frá farsóttarnevndini um at vísa koronupass ella negativa test, sum kann viðvirka til eitt meira opið samfelag, sigur felagið.
– Landsstýrið hevur tikið eina politiska avgerð um ikki at brúka koronupass sum eitt generelt amboð at avmarka smittuvandan í samfelagnum, men hevur heldur sett strangari tiltøk í verk, sigur felagið, sum vísir á, at strongu tiltøkini hjá landsstýrinum raka fleiri vinnur meint – eitt nú mentanarlívið, undirhaldsvinnuna og náttarlívið – men kortini eru ongar ábendingar um, at landsstýrið vil veita nakra munagóða fíggjarliga hjálp til hesa vinnur.
Tilmælini hjá landsstýrinum raka náttarlívið sera meint, tí vinnan missir stóran part av sínum inntøkum, og í longdini verður virksemið hótt.
Tí fer náttarlívið nú at innføra skipan, har fólk vísa koronupass ella negativa test fyri at sleppa inn á støðini um kvøldarnar.
Eitt koronupass vísir, at tú ert koppsettur ímóti covid-19, at tú hevur eina negativa koronutest, sum ikki er eldri enn 72 tímar, ella at tú hevur havt koronusmittuna.
Koronupassið kann takast niður á corona.fo
Hesi skeinkistøð fara at hava opið sum vant:
Í Havn:
- Basecamp
- Bassalt
- Essabarr
- Glitnir
- Irish Pub
- Landskrona
- Loca
- Luux
- Sirkus
- Taboo
- Tórshøll
Í Klaksvík:
- Roykstovan
- Pike