Náttarbussur koyrir úr Gøtu til Havnar í samband við G!

Fyri at gera tað lættari hjá festivalgestum úr høvuðsstaðnum at koma heim uttan at hugsa um bil, koyrir náttarbussur úr Syðrugøtu til Havnar fleiri ferðir bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið á G! festivalinum.

 

Hesum boðar G!Festivalurin frá.

Koyrt verður frá bussskýlinum í Syðrugøtu kl. 01:00, 02:30 og 04:00.

 

Bussurin koyrir til Magn við Ringvegin í Havn.

 

Ferðaseðil kann keypast í bussinum og kostar 200 kr.