NATO-kavbátar í svenskum sjógvi

Tað vóru ikki einans sovjetskir kavbátar, sum sníktu seg inn í svenska skergarðin í áttati- og nítíárunum. Kavbátar hjá NATO vóru eisini har.

 

ÚTLAND



Tað avdúkar fyrrverandi ovastin í teirri loyniligu kavbátaverjuni hjá svenska herflotanum, Leif Holmström, í svenska sjónvarpinum.

Tann loyniliga deildin, sum Holmström stóð á odda fyri, æt Musac, og hennara uppgáva var at halda eygað við tí, sum fyrifórst í svenska skergarðinum og at staðfesta alt óregluligt.

Í sjónvarpssamrøðuni segði fyrrverandi Musac-ovastin, at 99 prosent av kavbátafráboðanunum, sum myndugleikarnir fingu, høvdu einki við kavbátar at gera. Men av og á komu óbodnir gestir ov nær, og her var talan um kavbátar hjá bæði Warschawa-samgonguni og NATO, sigur hann.

Holmström sigur, at hann einaferð fekk munnliga at vita frá fregnartænastuni í einum NATO-landi, at ein av teirra kavbátum hevði verið innan fyri svenska markið. Hann vil ikki siga, hvat land talan var um.

-Vit hava prógvini, og teir hava munnliga viðgingið, at tað var so, sigur Leif Holmström.

Ein kanningarnevnd boðaði annars í síðstu viku frá, at tað ber ikki til at siga, hvaðani teir óbodnu gestirnir komu. Hesum er Holmström ikki samdur við nevndini í. Hann sigur, at hann hevur sjálvur kunnað kanningarleiðaran um, hvørji lond í NATO sendu sínar kavbátar inn í svenskt øki.



(Fartekst)