Nato-aðalskrivarin: Mugu ansa eftir ágangandi Russlandi

Í Nato eiga vit at umrøða, hvussu vit skulu handfara eitt Russlandi, sum einki kann sigast um frammanundan, heldur aðalskrivarin.

 

Tá verjusamgongan í juli hevur toppfund í Brússel, so væntar aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, at Russlandi verður á dagsskránni.

 

Tað sigur hann í samrøðu við sunnudagsútgávuna hjá týska blaðnum Die Welt.

 

Norski aðalskrivarin heldur soleiðis, at tað er alsmant meira neyðugt at vera á varðhaldi yvir fyri Russlandi.

 

– Eg haldi, at samveldiskanslanrin Angela Merkel og samstarvsfelagar hennara mugu takar nýggjar avgerðir á toppfundinum hjá Nato í juli.

 

– Vit mugu vera á varðhaldi og kunna taka avgerðir, sigur Jens Stoltenberg.

 

Hann ákærdi fyrr í vikuni Russland fyri at royna at gera Vesturheimin óstøðugan við menning av kjarnorkuvápnum, cyberálopum og loyniligum átøkum.

 

Herímillum nervaeitursálopið á ein fyrrverandi russiskan njósnara og dóttir hansara í bretska býnum Salisbury. Bretland heldur, at Russland stendur aftan fyri álopið, og tað ástøðið stuðlar millum annað Nato.

 

– Vit kunnu altíð gera meira, og tað mugu vit hugsa um.

 

– Salisbury fylgir – eftir øllum at døma – einum mystri, vit hava sæð áður. Russland verður alsamt meira óforútsigiligt og ágangandi, heldur Nato-aðalskrivarin.

 

Russland hevur avvíst, at landið er blandað upp í álopið í Stórabretlandi. Russarar halda hinvegin, at júst Nato-samgongan er ein vandi fyri friðin í Evropa.

 

– Russland skal ansa sær, sigur Jens Stoltenberg og heldur fram:

 

– Vit eru altíð klár at svara aftur, tá ein sameindur verður álopin hernaðarliga. Vit skulu vera ein eftirfarandi ræðan. Men vit skulu ikki hava kríggj. Okkara mál er at minka stigvíst støðuna.

 

Stoltenberg kemur í Die Welt við fleiri dømum um órógv, sum Russlandi hevur ført til í Evropa.

 

Herímillum hertøkan av Krim-hálvoynni í 2014, russiski stuðulin til loysingarfólk í Ukraine, hernaðarliga hjáveran í Moldova og Georgia eins og innblandan í val í vesturheiminum og kríggið í Sýria.

 

/ritzau/Reuters