Í kvøld verður tónleikatiltak í Losjuni í Gøtu, sum felagið Grót skipar fyri.
Á pallin fara Eivør Pállsdóttir Kvartett og Shalder Geo. Navnið er úr Hetlandi og Geo úttalast »djó«. Tjaldursgjógv. Bólkurin var stovnaður til fløguupptøku í 1997 og við eru Kristian Blak, Heðin Z. Davidsen, Høgni Klakkstein og Mikael Blak.
Saman við Eivør Pállsdóttir leika Mikael Blak, Búi Dam og Brandur Jacobsen.
Bólkarnir spældi á Café Natúr í gjár.
Komandi vikuskiftið spæla bólkarnir á Café Natúr og í Atlantis í Klaksvík.
Tiltakið í Gøtu í kvøld byrjar klokkan 20:00.
Tiltakið er partur av størri konsertferð í Norðurlondum.