Narkosmugling kann kosta fiskiloyvi

Hans Enoksen vil koma rúsevnasmuglingini við grønlendskum trolarum til lívs

Tey 20 kiloini av hassji, sum íslendska løgreglan fann umborð á Polar Nanoq í Hafnafirði, hava givið grønlendskum myndugleikum høvi at varpa ljós á trupulleikan av narkotikasmugling við fiskiførum.

 

Hans Enoksen, fiskimálaráðharri, sigur í tíðindaskrivi, at skip, sum verða nýtt til at smugla rúsevni til Grønlands, møguliga kunnu missa fiskiloyvi í framtíðini. Hann sigur, at reiðaríini mugu gera manningunum heilt greitt, at smugling av rúsevnum er ólóglig.

 

- Eg vil við hesum vísa á, at útlutanin av loyvum og kvotum ikki má elva til, at ólóglig rúsevni verða førd inn í landið, sigur hann við KNR.

 

GE, Grønlands Erhverv, sum svarar nøkunlunda til føroyska vinnuhúsið, ristir við høvdinum eftir uppskotinum hjá Hans Enoksen. GE heldur tað vera órímiligt, at livikorini hjá eini fyritøku skulu verða hótt orsaka av býttu gerðunum hjá einum av manningini.

 

GE hevur ístaðin biðið íslendskar myndugleikar um at kanna møguleikan fyri neyvari eftirlitið við grønlendsku trolarunum. Vónin er, at vandin fyri fleiri ófráboðaðum eftirlitum fer at ræða smuglararnar, sigur Brian Buus Pedersen, stjóri í Grønlands Erhverv, við KNR.

 

Brian Buus Pedersen vísir tó á, at ábyrgdin eisini liggur hjá grønlendskum myndugleikum og hjá grønlendsku reiðaríunum, sum eisini mugu gera nøkur átøk.

 

Tey 20 kiloini høvdu eitt virði upp á millum 10 og 12 milliónir krónur í Grønlandi.

 

Grønlendingurin, sum varð handtikin í samband við narkotikasmuglingina, er leyslatin og ikki longur undir illgruna.

 

Polar Nanoq liggur framvegis í Íslandi men fer væntandi til fiskiskap aftur ein av fyrstu døgunum. Í gjár landaði skipið veiðuna, sum skipið hevði fingið, áðrenn Triton sigldi við teimum aftur til Íslands. Talan var um kongafisk.