Tað verður 43 ára gamla Naomi Watts, sum fær høvuðsleiklutin í filminum hjá Oliver Hirschbiegel um Dianu prinsessu. Ein annar sjónleiki, sum eisini var í uppskoti til høvuðsleiklutin var stjørnan úr Niceville, Jessica Chastain.
Sambært blaðnum Hollywood Reporter var Chastain leingi favorittur, men leikstjórin valdi tó til seinast at hava Watts í høvuðsleiklutinum.
- Eg ivist onga løtu í, at Naomi megnar at fanga næstrakærleikan og innlivingina, sum eyðkendi Dianu, sigur leikstjórin í síni grundgeving. Og australska Watts fegnast um leiklutin.
- Tað er ein æra fyri meg at hava fingið møguleika at spæla Diana prinsessa. Hon var eitt ikon og var væl dámd kring allan heim, so eg gleði meg til hesa avbjóðingina, greiðir Watts frá.
Onglendingar eru ivaleyst glaðir um, at tað bleiv júst Naomi Watts, sum skal spæla Diana prinsessa. Watts er fødd í Onglandi, meðan hin leikarin, Chastain, sum eisini var í uppskoti til høvuðsleiklutin, er úr Kaliforniu og hevur tískil ikki sama kunnleika um prinsessuna, eins og starvsfelagin Watts hevur.
Filmurin um Dianu prinsessu hevur fingið heitið "Caught in Flight" og fer at snúgva seg um tvey tey seinastu árini í lívinum hjá Dianu prinsessu. Leikstjórin, sum millum annað hevur gjørt filmin "Der Untergang", væntar, at fyrstu upptøkurnar fara at byrja í Onglandi einaferð seinni í ár.