Tá NALJA við Elini Heinesen og Kára Jacobsen á odda í kvøld fóru á pallin í samband við Faroe Pride konsertina í Tórsgøtu, var hetta fyrsta pallframførsla teirra í 22 ár.
Tey, ið eru komin um fyrsta ungdóm sín minnast, at NALJA spældi til ólavskukonsert í 1990, ið tá var Yviri við Strond.
Kanska er hetta síðstuferð - innan konsertina í kvøld, at NALJA vóru á palli. Í øllum førum visti pallverturin Tróndur Vatnhamar at siga, at 22 ár eru gingin síðani síðstu pallframførslu.
Nalja byrjaði við lagnum Sjeikurin og so komu nøkur av hinum hittunum, til ómetaliga gleði fyri fjøldina, ið sang væl við.
Og tey máttu koma við einum eykalag, tí tað var sum vantaði okkurt. Jú, sjálvsagt mátu Elin og Kári syngja ólavsøkusangin um tað deiligu Havn. Eitt virðiligt endabrak.
Við sær á pall høvdu tey tónleikararnar Rógva á Rógvu, Finn Hansen, Leiv Thomsen, Arnold Ludvig, umframt kór: Eyð Jacobsen, Eyðfinn Jensen, Astrid McDonald og Rúna á Heygum.










