G! kunngerð í dag 8 føroysk nøvn Byrta, Marius, Dánjal, Sakaris, Allan Tausen, Døgg Nónsgjógv, Jákup Eli Joensen og Jógvan Joensen.
Her er talan um nøkur av okkara mest spennandi nøvnum, m.o. stóri FMA vinnarn Byrta, ið man vera Føroya mest spældi bólkur í fjør, og Marius og Døgg, ið vunnu fyri ársins løg á FMA.
Allan Tausen var eisini tilnevndur til ársins popplag. Meðan Jákup Eli fyri nøkrum árum síðan vann heiðurin fyri ársins lag tvey ár á rað.
Sakaris, man vera millum mest róstu og spennandi føroysku tónleikanøvnini, og var á næst síðsta G! nevndur av flestu útlendsku miðlunum, sum hæddarpunktið á festivalinum. Hann er í løtuni aktuellur við nýggjari stakfløgu.
Dánjal er somuleiðis sera aktuellur, hálvfløgan Once kom út herfyri, og á G! er útgávukonsert fyri hinari helvtini av fløguni.
Umframt hesi føroysku nøvnini eru eisini trý útlendsk nøvn kunngjørd í dag: Nabiha úr Danmark, Räfven úr Svøríki, og ensku Alpha Steppa.
Hesi leggjast afturat teimum sum vóru kunngjørd framanundan:
Týr
Hamferð
Greta Svabo Bech
Moddi (NO)
Baby in Vain (DK)
Símun úr Konoy og Gras










