Nú vil hann vera forseti

Arnold Schwarzenegger vil hava amerikonsku grundlógina broytta, so hann kann gerast forseti

Árni Joensen
fartekst@mail.dk

Eftir amerikonsku grundlógini eru tað bara tey, sum eru fødd í USA, sum kunnu gerast forseti, men hetta vil guvernørurin í Kalifornia hava broytt. Arnold Schwarzenegger er føddur í Eysturríki og kann tí ikki stilla upp til eitt forsetaval.
Í einari røðu í Washington sunnudagin mælti hann amerikanarunum til at broyta grundlógina. Sjálvur helt hann, at fólk, sum hava búð meiri enn 20 ár í USA, eiga at fáa rætt til at stilla upp til forsetaval.
- Nógvir evropearar, sum eru fluttir til USA, gera eitt megnararbeiði her, segði Schwarzenegger, sum sjálvur fekk amerikanskan ríkisborgararætt í 1983. Og hann hevði eisini onkur dømi at vísa á.
- Hyggið bara eftir, hvat fólk sum Henry Kissinger og Madeleine Albright hava avrikað, segði guvernørurin og minti á, at tey bæði eru fødd í Evropa.