Postverkið
Nú verður nógv dýrari at brúka Postverk Føroya.
Gongst sum ætlað, verða postgjøldini hækkað í næstum og sostatt fer tað at verða dýrari at senda bæði brøv og pakkar.
Postverk Føroya hevur søkt Posteftirlitið um loyvi at hækka postgjøldini. Men enn hevur Posteftirlitið ikki svarað og sostatt er óvist, um, ella nær, hækkingarnar koma í gildi.
Men tekur eftirlitið undir við Postverkinum, verður talan er um eina hampiliga stóra hækking í postgjøldunum.
Bergur í Garði, stjóri í Postverki Føroya, sigur, at Postverkið hevur søkt um loyvi til at hækka prísin fyri at senda brøv eini 10-15%.
Samstundis er søkt um at fáa loyvi til at hækka gjøldini fyri at senda pakkar eini 20%.
Hetta eru miðaltøl, tí stórur munur er á, hvussu nógv tær ymsu hækkingarnar eru. Í summum førum eru hækkingarnar undir miðal og í øðrum førum eru tær yvir miðal.
Tekur Posteftirlitið undir við tilmælinum frá Postverkinum, verða hækkingarnar settar í verk eftir eina hóskandi kunning og freist til viðskiftafólkið hjá Postverkinum.
Annars sigur stjórin í Postverkinum, at Postverk Føroya hevur verið í eini serstøðu framum so nógv onnurt postverk í øðrum londum.
? Hóast telduposturin hevur vundið nógv uppá seg, er talið á brøvum, sum Postverk Føroya hevur avgreitt, kortini hækkað hvørt ár, heilt til í 2003, tá ið tað minkaði aftur.
? Men hereftir vænta vit, at talið á brøvum fer at minka eini 3-4% um árið.
Bergur í Garði sigur, at í Danmark minkaði talið á brøvum í fjør eini 4 % og í Grønlandi var talan um eina minking upp á heili 8-9%.
? Tí ræður tað eisini um hjá Postverkinum at skilbøta raksturin.
Fleiri posthús latast aftur
Postverkið hevur eina játtan uppá 2,3 milliónir á fíggjarlógini.
Men endamálið er avgjørt, at tað skal hvíla í sær sjálvum.
Tað eru eisini tey greiðu boðini, vit hava fingið frá landsins myndugleikum, at raksturin av Postverkinum skal hvíla í sær sjálvum, sigur Bergur í Garði.
? Men tað er eisini málið, sum Postverkið hevur sett sær sjálvum, leggur stjórin afturat
Sostatt skulu postgjøldini ásetast soleiðis, at postverkið ikki gevur undirskot.
Eitt er at hækka postgjøldini, fyri at fáa roknistykkið at ganga upp.
Men Postverkið hevur eisini aðrar mátar at fáa rakstrarkostnaðin niður.
Og ein av hesum møguleikum er at lata posthús aftur fyri at spara útreiðslur.
Fyri nøkrum árum síðani ásetti Løgtingið beinleiðis, hvussu nógv posthús skulu vera í Føroyum.
? Sostatt hevði Postverkið onki val á hesum øki. Men í 2002 varð hendan lógin sett úr gildi aftur og síðani eru nøkur posthús stongd.
Yvirhøvur er talan um posthús á smáplássum, sum eru stongd.
Men Stjórin í Postverkinum sigur, at vit hava framvegis alt ov nógv posthús í landinum.
? Sostatt er ongin ivi um, at tað fara enn fleiri posthús at lata aftur, sigur hann.
Akkurát, hvussu nógv posthús fara at lata aftur, vil hann ikki siga enn.
? Men talan verður um posthús í teimum smáu og miðalstóru bygdunum, sigur hann.
Hann sigur, at í løtuni eru 34 posthús í landinum. Hann sigur, at av røttum skuldu ikki verið meiri enn 15-20 posthús í Føroyum.
? Tað hevði verið nóg mikið til at givið eina nøktandi tænastu.
Sostatt er væntandi, at sum frálíður fer umleið annahvørt posthús í Føroyum at lata aftur.
Kortini vil stjórin í Postverkinum ikki seta tal á, tí teir eru ikki lidnir at viðgera støðuna og at fleiri posthús fara at lata aftur, er ongin ivi um.
Í fyrsta umfari er kortini ætlanin at lata eini fimm posthús aftur.
Bergur í Garði sigur, at tað, at fara á Posthús, er sum at fara til handils.
? Fólk fara har sum handilin er og tað sama er partvís galdandi fyri postverkið.
Hann sigur, at undirstøðukervið er nógv batnað seinastu árini og sostatt er tað eisini nógv lættari at sleppa á posthúsið og tað eigur eisini at verða tikið til eftirtektar.
Hinvegin sigur hann, at so hvørt posthús lata aftur, verður postlutningurin umskipaður á teimum plássum, sum missa posthúsini.
? Verða posthús latin aftur, skal ein ein onnur loysn verða klár at seta í verk. Tað kann gerast við landpostboðum. Men tað kann eisini gerast við at ein handil í eini bygd eisini hava posthús.
Men hann sigur, at onki ítøkiligt er um aðrar loysnir enn.
? Tað, sum hevur størstan týdning, er, at vit hava eitt ávíst tal á viðskiftafólki til hvørt posthús.
Hvussu tað so fer at gangast hjá Postverkinum at lata fleiri posthús aftur, er ein heilt annar spurningur.
Tað skerst ikki burtur, at tað hevur verið ein stórur politiskur trupulleiki, hvørja ferð, tað er komið upp á tal at lata eitt posthús aftur.
Hóast politikarar formliga onki hava við málið at gera, hava teir verið sera eymir um posthúsini og tað er meiri enn so hent, at tað hevur elvt til politiskt kjak , tá ið talan hevur verið um at lata posthús aftur. Og tað er eisini meiri enn so hent, at mál um at lata posthús aftur, hava verið reist á sjálvum Løgtingi.










