Mánakvøldið varð lutur kastaður um, hvussu liðini skulu hittast í innleiðandi og fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Innleiðandi umfarið verður 24. mars, og fyrsta umfar verður mánadagin 9. apríl, sum er 2. páskadagur.
Um ásetingarnar í steypakappingini vera tær, sum higartil hava verið galdandi, so verður loyvt at skifta tríggjar spælarar út, men tað er møguleiki fyri, at reglarnir verða broyttir soleiðis, at møguleiki verður í ávísum førum at skifta fýra spælarar út.
FIFA nevndin hevur aðalfund 3. mars, sum er leygardagurin í næstu viku. Á skránni eru uppskot um broytingar í ásetingunum fyri fótbóltsreglarnar. Talan er um átta uppskot.
Útskiftingarnar
Millum uppskotini er eitt, sum sigur, at møguleiki skal verða fyri at skifta í mesta lagi fýra spælarar út og ikki tríggjar, sum hevur verið galdandi ásetingin nógvu tey seinastu árini.
Uppskotið hjá FIFA snýr seg um møguleikan fyri einari eyka útskifting í dystum, har leiktíðin er meiri enn 90 minuttir. Tað vil siga um dystir, tá ið talan er um longda leiktíð, og longd leiktíð er fyrst og fremst í steypadystum.
Skotið verður upp, at fjórða útskiftingin skal verða loyvd í longdu leiktíðini og ikki fyrr enn tað.
Linari revsing
Sum reglarnir eru nú, so er tað soleiðis, at sektin fyri so nevndu neyðbremsuni er rættuliga stór, tá ið hon verður nýtt í brotsteiginum. Nú verður skotið upp, at sektin í hesum sambandi verður linari.
Nú er tað soleiðis, at dómarin sambært reglunum skal døma brotsspark og so vísa spælaranum reyða kortið, sum so verður eyka sektað við leikbanni. FIFA vil nú hava, at sektin fyri neyðbremsu í brotsteiginum verður brotsspark og gult kort og harvið ikki leikbann.
Tað plagar at vera soleiðis, at uppskot um broytingar, sum koma frá FIFA, verða samtykt, og ivaleyst verður tað eisini soleiðis hesa ferð.
Enn er ikki greitt, nær broytingarnar í reglunum fara at galda frá, og tískil er heldur ikki greitt, nær hesir reglarnir fara at fáa gildi í Føroyum, og um teir tískil fara at galda í steypakappingini, sum tað verður farið undir leygardagin 24. mars, tá ið tveir dystir í innleiðandi umfarinum eru á skránni: FF Giza/FC Hoyvík-MB og Undrið FF-Royn.










