Arbeiðsgevarar skulu viðgera øll starvsfólk líka. Tað er endamálið við einum uppskoti, Heðin Mortensen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, fer at leggja fyri Løgtingið í vár.
Hetta hevur annars verið eitt hjartamál hjá Sonju Jógvansdóttir, tingkvinnu, tí hon hevur lagt sama uppskot fyri Løgtingið áður – heilar tvær ferðir. Tað var á vári í 2017 og á so aftur á heysti sama ár. Fyrru ferð fall uppskotið burtur, tí tað eydnaðist ikki at avgreiða tað áðrenn tingsetan endaði, og seinnu ferð varð tað felt.
Men nú verður so roynt á triðja sinnið, og hesa ferð er tað so landsstýrismaðurin á økinun, sum sjálvur leggur tað fram.
Eitt endamál við lógini er at geva fólki, sum bera brek, betri rættindi á arbeiðsmarknaðinum. Hetta merkir, at atlit skal takast til fólk, sum bera brek, og at arbeiðsgevarar skulu laga arbeiði og umstøðurnar til hetta.
Eitt nú er tað brot á lógina at ein arbeiðsgevari noktar at laga arbeiðsplássið til starvsfólk, sum ber brek, um so er, at starvsfólkið annars hevur neyðugu førleikarnar fyri at røkja starvið. Men er talan um eina serliga stóra og órímiliga útreiðslu fyri arbeiðsgevaran, skal hetta kortini takast við í metingini.
Eitt dømi um hetta kann vera, at ein arbeiðsgevari krevur, at eitt starvsfólk hevur koyrikort, tí tað onkuntíð er neyðugt at gera okkurt ørindi við bili.
Ein sjónveikur persónur, sum ikki fær koyrikort, kann tískil aftra seg at søkja eitt slíkt starv, tí viðkomandi hevur ikki koyrikort. Men í einum slíkum føri, er tað viðkomandi at spyrja hví tað er neyðugt at hava koyrikort fyri at røkja starvið, ella um tað bara er ein fyrimunur.
Í einum slíkum føri kundi ein tillaging á arbeiðsplássinum verið, at hevur tann sjónveiki annars hevur førleikar at røkja starvið, kann ein starvsfelagi átaka sær uppgávurnar, sum krevja koyring.
Men annars eru eisini reglur í lóginium happin og kynsligari happing, og lógin verjir eisini ímóti mismuni, grundað á rasu, húðalit, átrúnað ella trúgv, politiska áskoðan, kyn, kynsligan samleika, aldur, ella tjóðskaparligan, ella fólkaeyðkenniligan, uppruna.
Og bannið ímóti mismuni er galdandi í samband við starvssetan, starvsligar broytingar, uppsøgn, umframt í sambandi við lønarviðurskifti, og arbeiðsviðurskifti annars.
Hinvegin áleggur lógin ikki arbeiðsgevarum at seta í starv, at hava í starvi, ella at útbúgva fólk, sum ikki er førur fyri, sum ikki er egnaður, ella tøkur, til at útinna høvuðsuppgávurnar í samband við ítøkiliga.