Nú verður lýggjari nakrar dagar

Eitt lágtrýst yvir Norðhavinum fer spakuliga í ein útsynning sunnan og fyllist. Vestan fyri lágtrýstið streymar køld polarluft inn yvir Føroyar av norðri og hevur vetraræl við sær. Týsdagin fer eitt brúgvalag framvið av vestri, síðani lýggjari vindur av vestri, áðrenn køld luft aftur streymar yvir okkum av norðri sum vit nærkast vikuskiftinum.

 

Í dag

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s, við hørðum hvirlum. Samdrigið og ælaveður, mest sum regn ella vátaslettingur, og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Í morgin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, sum út á dagin spakuliga makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin regn- ella møguliga vátaslettingsæl, annar einans okkurt hendinga æl og sólglottar. Hitin millum 3 og 6 stig. Um kvøldið makar hann vindin í lot til gul av norðri, 2 til 5 m/s, og um náttina lækkar hann í ein útsynning. Yvirhøvur turt og klárt og hitin millum 3 kuldastig og 5 hitastig.

 

Týsdagin

Lot til gul av útsynningi, 2 til 5 m/s, sum øtlar í gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Sum frá líður meiri skýggjað, men væntandi yvirhøvur turt. Hitin millum 4 og 7 stig. Um kvøldið andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, og regn. Um náttina snarar hann í ein útsynningi og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 2 og 5 hitastig.

 

Mikudagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum makar í lot til andøvsgul av ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin millum 2 og 5 hitastig, um náttina millum 3 kuldastig og 5 hitastig.

 

Hósdagin

Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av norðri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, um náttina sum frá líður vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 3 og 7 hitastig, um náttina millum forstmarkið og 5 hitastig.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av norðri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn-, vátaslettings- ella kavaæl. Hitin úr beint undir frostmarkinum upp í 5 hitastig.