Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður høgætt mest sum alla vikuna, og tað hevur við sær kaldari luft og frost um náttina.
DMI sigur, at mánadagin verða 5-10 m/s av eystri og landnyðringi, í støðum upp í 13 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður. Um kvøldið veksur vindurin upp í 10-15 m/s av norði og landnyðringi. Hitin millum 4 og 9 stig, mánakvøldið millum 1 og 5 stig.
Týsdagin verða 8-13 m/s av landnyðringi, minkandi niður í 3-8 m/s av norði. Samdrigið og turt. Hitin um dagin 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig.
Mikudagin verða 3-8 m/s av norði og landnyrðingi. Samdrigið og onkur æl, møguliga sum vátakavi. Hitin um dagin um 4 stig, um náttin millum 1 kuldastig og 4 hitastig.
Hósdagin verða 3-8 m/s av landnyðringi. Hálvskýggjað og onkur æl, møguliga sum vátakavi. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum 1 kuldastig og 4 hitastig.
Fríggjadagin verða 3-8 m/s av landnyðringi ella av ymsum ættum. Hálvskýggjað ella skýggjað og onkur æl, møguliga sum vátakavi. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum 1 kuldastig og 4 hitastig.











