Nú fer tað at verða bíligari at fáa sær tak yvir høvdið.
Tað er endamálið við einum uppskotið, sum Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú leggur fyri Løgtingið.
Uppskotið, hann hevur lagt fyri Løgtingið í hesum sambandi, er at broyta lógina fyri Húsalánsgrunnin so at hann nú eisini kann fíggja leiguíbúðir, lutaíbúðir og eigaraíbúðir.
Uppskotið er lagt fram í semju ímillum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.
Umframt at fíggja bústaðarbygging, fer nú eisini at bera til hjá Húsalánsgrunninum at byggja íbúðir sjálvur, antin einsamallur, ella saman við kommunum ella felagsskapum.
Hesar bústaðir kann Húsalánsgrunnurin eisini sjálvur eiga og reka, antin einsamallur, ella saman við kommunum ella øðrum felagsskapum.
Stórt framstig
Aksel V Johannesen sigur, at hetta er eitt stórt framstig, serliga tá ið hugsað verður um leiguíbúðir, sum tað er stórur tørvur á í Føroyum.
- Nú fer tað at bera til at byggja bústaðir, har leigan verður so mikið bílig, at stakir uppihaldarar, lesandi, ung húski við børnum og ymsir samfelagsbólkar við serligum tørvi, eisini fáa ráð til at fáa sær líkinda tak yvir høvdið, sigur landsstýrismaðurin.
- Hetta verður eisini ein møgleiki hjá pensjónistum, sum vilja sleppa sær av við eini sethús, sum eru dýr at halda fyri ístaðin at fáa sær eina bíliga íbúð.
- Hetta fer at geva okkum ein munandi fjølbroyttari bústaðarmarknað, enn vit hava nú og tað hevur stórur tørvur verið á, leggur hann afturat.
- Annars er útboðið av íbúðum til leigu rættiliga lítið. Hartil eru íbúðirnar, sum eru til leigu, eisini mangan rættiliga dýrar og rættiliga vánaligar.
- Men við hesi nýggju lógarbroytingini fer at bera til at byggja dygdaríbúðir, sum verða so mikið bíligar at leiga, at tað skulu øll fáa ráð til.
4300 krónur í leigu
Tá ið lógin um Húsalánsgrunnin verður broytt, soleiðis sum greitt verður frá í hinum greinunum her á síðuni, fer tað at bera til at byggja íbúðir, sum fólk kunnu leiga fyri ein sámuligan kostnað.
Aksel V. Johannesen sigur, at ein leyðslig meting sigur, at ein íbúð kann leigast fyri einar 4000 krónur um mánaðin, ella gott tað.
Siga vit, at ein íbúð kostar 1,3 millión at byggja og at Húsalánsgrunnurin skal hava eitt avkast upp á 3%, umframt at 1000 krónur verða kravdar inn um mánaðin til røkt, fer hetta at geva eina leigu upp á slakar 4.300 krónur um mánaðin
600 milliónir
Uppskotið, sum nú er lagt fyri Løgtingið um at broyta Húsalánsgrunnin, fevnir ikki um at lata grunnin læna til vanlig sethús eisini.
- Húsalánsgrunnurin hevur ognir fyri 650 milliónir, men av teimum eru 300 milliónir læntar út.
Tað merkir, at Húsalánsgrunnurin hevur eitt gjaldføri upp á 350 milliónir og tað er ikki nógv, tá ið hugsað verður um, at tilsamans hava føroyingar 5,7 milliardir í láni til sethús.
- Tí halda vit, at fæið hjá Húsalánsgrunnurin skal fyrst og fremst tryggja teimum ein virðiligan bústað, ið annars ikki hava ráð til tað, soleiðis sum umstøðurnar eru nú.
- Skal Húsalánsgrunnurin eisini læna til vanlig sethús, skal hann sjálvur læna pening at læna út aftur og so er spuringurin um hann klárar at kappast við bankarentuna, tá ið samanum kemur.
Aksel V. Johannesen sigur, at hinvegin er Fíggjarmálaráðið í ferð við at kanna um tað ber til at skipa ein føroyskan realkreditt, sum kann fíggja sethús.
Ber tað til, kann Húsalánsgrunnurin koma upp á tal tann vegin.