Nýtt venjaratoymið: Magni Mohr og svenskarar á landsliðið

Fótbóltssambandið fer í morgin at kunngera nýggja venjaratoymið hjá A-landsliðnum hjá monnum

Fótbóltssambandið hevur boðið til tíðindafund í morgin klokkan 11. Tá verður nýggja venjaratoymið hjá A-landsliðsliðnum hjá monnum kunngjørt.

Sum skilst, so verður talan um fysiska venjaran, Magna Mohr, sálarliga venjaran, Igor Ardoris og fysioterapeuturin, Richard Dahan. Magni Mohr er eitt kent navn í føroyska ítróttarheiminum, har hann hevur arbeitt við fleiri føroyskum feløgum, umframt at hann hevur verið knýttur at feløgum sum Chelsea, Juventus og seinast sum partur av venjaratoyminum í spanska Deportivo La Coruna.

Svenski Igor Ardoris er sálarligur- og sinnisvenjari. Hann hevur arbeitt nógv við ítróttarfólki, men eisini við fólki sum koma í pressaðar støður. Eitt nú løgreglufólk, fólk í sjúkrahúsverkinum og vinnulívsfólk. Hann útmerkar seg sum ein sálarligur- og sinnisvenjari, ið lærir fólk at tapa – fyri síðani at kunna vinna.

##med2## 

- Áðrenn vit hava lært at missa og tapa við tign; áðenn vit hava lært at møta okkara dirvisloysi, øvundsjúku og ótryggleika samstundis sum vit hava okkara sjálvsvirðing, so er “viljin at vinna”, bara ein desperatur og óttafullur dystur fyri ikki at tapa, sigur Igor Ardoris á heimasíðu síni.

Richard Dahan er sum skilst ein svenksur fysioterapeut við nógvum royndum í fótbóltsheiminum, har hann millum annað hevur verið við til at hjálpa ongum minni enn Zlatan Ibrahimovic, tá hann meislaði sær knæðið í tíðini sum Manchester United spælari. Bolt.fo skrivar, at Andras Gango verður nýggjur málmansvenjari. Hann hevur verið málmansvenjari hjá Tromsø í Norra seinasta árið.

Tíðindafundurin hjá Fótbóltssambandinum verður í morgin klokkan 11. Ársins fyrsta uppgáva hjá Håkan Ericson og nýggja venjaratoyminum verður á útivølli ímóti Danmark fríggjadagin 27. mars klokkan 18:00.