Nýtt ættarlið av føroyskum granskarum bar aliráðstevnuna

Allir granskararnir, sum løgdu fram í ár, eru føroyingar.

Fríggjadagin 2. mars var árliga aliráðstevnan á Hotel Føroyum. Tað er Havbúnaðarfelagið, sum skipar fyri ráðstevnuni, sum á hvørjum ári savnar fólk úr allari alivinnuni, frá almennum stovnum, granskingarumhvørvinum og aðrastaðni við. Í ár vóru gott 350 luttakarar á ráðstevnuni.

 

 

Hetta skrivar Granskingarráðið á gransking.fo.

 

 

Eitt, sum fleiri bitu merki í og viðmerktu, var, at allir granskararnir, sum løgdu fram í ár, eru føroyingar. Hetta er ein eyðsýnd broyting í mun til fyrstu aliráðstevnurnar, har tað í stóran mun vóru útlendskir granskarar, sum komu higar at fortelja um sína gransking.

 


Les meira á:

http://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/eitt-nytt-aettarlid-av-foroyskum-granskarum-bar-aliradstevnuna/