Ein telelykkja er eitt sera hent hjálpartól til teirra, ið brúka hoyritól. Av røttum áttu allir almennir bygningar at havt teleslyngu, men sum er, eru tað einans nakrar av kirkjunum, samkomuhús og aðrir almennir bygningar, sum t.d. Løgtingið, MBF-húsið, Læraraskúlahøllin og Norðurlandahúsið, ið eru útgjørdir við teleslyngu. Uttanfyri Havnina er uppaftur verri statt. Tað hevur verið ein saknur fyri felagið, at ikki bar til at halda fund, har vit vildu, tí telelykkja ikki var.
Vit hava tískil keypt eina telelykkju, sum vit kunnu hava við okkum. Og til tess, at eisini onnur kunnu fáa gleði av henni, hava vit gjørt av at leiga telelykkjuna út. Tey, ið hava áhugað fyri telelykkjuni, kunnu venda sær til MBF. Vit koma at krevja eitt depositum uppá 500 kr., og síðan 100 kr. um dagin í leigu, og tann, ið fær tólið útflýggjað, heftir við síni undirskrift fyri, at vit fáa tólið aftur óskalað.
Leygardagin 14. oktober heldur felagið limafund, har tosað verður um nýggja tøkni. Vit fara at tosa um hjálpartól til hoyribrekað í víðastu merking. Til at greiða frá á fundinum hava vit fingið Inu Weesberg frá Hoyrnardeildini á Sernámsdeplinum, Palla Mortensen frá Hjálpartólamiðstøðini, Føroya Tele fer at vísa okkurt av tí, teir selja. Eisini verður telelykkjan, sum felagið hevur útvegað sær, víst framm. Øll er væl komin á fundin og nýggir limir kunnu tekna seg.
Hvat er ein telelykkja?
Ein telelykkja, ella teleslynga, sum hon eisini verður rópt ? er eitt hjálpartól til hoyribrekað. Sum orðið sigur, er tað ein lykkja, sum er íbundin ein forsterkara. Hendan lykkja liggur runt í rúminum og uppfangar tey signal, sum koma úr teirri tráðleysu mikrofonini, sum talarin hevur. Signalið verður leitt gjøgnum lykkjuna runt rúmið og kemur síðan beinleiðis inn í hoyritólið hjá tí hoyribrekaða. Viðmerkjast skal, at tá skal hoyritólið verða sett á T. Tað merkir so, at ljóðið kemur beinleiðis frá tí, ið hevur orðið, og til hoyritólið, uttan at tað skal fara út í rúmið fyrst. Tí slepst undan ekkó, gangi o.s.fr. Vanliga verður telelykkja fest niðri við gólvið, men við hesari, sum flytast kann, verður leidningurin lagdur eftir gólvinum uttan um tey, ið lurta.









