Nýtt slag av mjólk

Í dag, mikudagin, sendir Mjólkarvirki Búnaðarmanna eitt nýtt slag av mjólk á marknaðin

 

Nýggja slagið nevnist Lættimjólk, og í hesi mjólkini eru bara 0,5% av fiti. Tað er ein triðingur av fitiinnihaldinum í hálvskúmaðari mjólk. Í smakki og útsjónd er lættimjólk eisini rættiliga lík hálvskúmaðari mjólk.

Lættimjólk verður viðgjørd eins og onnur mjólk. Á mjólkarvirkinum verður mjólkin skilvundin. Rómin er lættari enn skúmaða mjólkin og savnast í miðjuni og kann tískil takast frá.

Síðani verða skúmað mjólk og rómi blandað í tí lutfalli, at fitiinnihaldið verður 0,5%. Mjólkin verður síðani fitijavnað, so rómin verður javnt býttur í mjólkini, og mjólkin fær ein dygdarbetri smakk.

Fyrri liður í orðinum lættimjólk kemur fyri í nøkrum føroyskum orðum og merkir ?eitthvørt, ið er lætt?. Til dømis kann verða nevnt lættitorv, lættisoppur og lættikorn. Lættimungi er til skjals í orðabók J.C. Svabos við merkingini ?tunt øl?.

Mjólkarvirkið sendir hesa løttu mjólkina á marknaðin, tí nógvum dámar ikki tað skúmaðu mjólkina í grønum pakkum. Í henni er fitiinnihaldið bara 0,1%. Tann mjólkin er kanska heldur tunn og vatnkend, men hetta nýggja slagið skal vera leskiligari og eitt lítið sindur feitari.