Nýtt sambýli til minnisveik í Havn

Nú hevur Tórshavnar Býráð gjørt av, at nýtt eldrasambýlið í Havn skal byggjast. Sambýlið, sum skal liggja við Vallalíð og Torfinsgøtu, skal hýsa minnisveikum, og er tað fyrsta av sínum slag í Føroyum

 

Eftir at tørvur hevur verið á eldrasambýlum í Tórshavn í longri tíð, fer Tórshavnar Kommuna í næstum at taka stig til, at nýtt eldrasambýlið verður bygt. Sambýlið er roknað til minnisveik, og øki, ið bygt verður á, er við Torfinsgøtu og Vallalíð í Havn.

Tað er Sjálvsognarstovnurin Eldrasambýlið undir Tórshavnar Kommunu, sum við hesum bjóðar út arbeiði at byggja sambýlið fyri minnisveik í Havn. Tilboðini frá arkitektum skulu vera inni í seinasta lagi 1. november 2001, og ætlanin er, at byggingin skal kunna byrja skjótast gjørligt.

Bygningurin skal byggjast til 16 búfólk, og skal sambýlið vera í tveimum sjálvstøðugum eindum. Sostatt skal hvør eindin hýsa átta fólkum, og ætlanin er eisini at gera sjálvstøðug felagsrúm til búfólkini á sambýlinum.


Fyrsta av sínum slag

Beate L. Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd Býráðsins, sigur, at tað hevur verið ómetaligur tørvur á slíkum sambýlum í longri tíð.

Eldrasambýlið, sum í næstum skal byggjast, er ætlað minnisveikum, og er tað fyrsta av sínum slag í Føroyum.

Beate Samuelsen sigur, at nýggi bygningurin verður ikki bygdur sum eitt vanligt eldrasambýlið, tí minnisveik hava serligan tørv framum onnur gomul fólk á vanligum eldrasambýlum. Tí verður tað bygt á ein serligan og øðrvísi hátt, soleiðis at tað hóskar minnisveikum so gott sum gjørligt. Hetta eldrasambýlið verður sostatt fyrsta av sínum slag í Føroyum, tí einki er bygt frammanundan, sum serliga er ætlað minnisveikum.

Økið, har bygt verður á, er í Vallalíð og Torfinsgøtu í Havn, og er tað umleið 4100 fermetrar til víddar. Til- og frákoyringar eru frá Vallalíð.

Tilboðini til byggingina til nýtt eldrasambýlið fyri minnisveik við Vallalíð og Torfinsgøtu í Havn skulu vera inni í seinasta lagi 1. november 2001, og um alt gongur sum ætlað, skal sambýlið vera liðugt og klárt til nýtslu um árskiftið 2002/2003.