Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í umhvørvismálum hevur í dag sent uppskot um náttúruverndarlóg út í almenna hoyring Stig varð tikið til lógaruppskotið longu í 2003, men orsakað av, at tað hevur vantað umsitingarlig orka og skipan á náttúruverndarøkinum, hevur málið drigið út.
Nú nýggja Umhvørvisstovan er sett á stovn, verður mett, at tíðin er búgvin til náttúruverndarlógina.
Ætlanin er, at lógin skal koma ístaðin fyri Náttúrufriðingarlógina frá 1970, sum verður mett ótíðarhóskandi og als ikki nøktandi í mun til dagsins tørv á náttúruvernd.
Við nýggju lógini verður farið frá gomlu skipani, har náttúrufriðing í stóran mun bygdi á atlit til vakurleika og sjáldsemi, til nýmótans náttúruvernd, sum byggir á atlit til m.a. lívsløg og landsløg, og sum hevur til endamáls at varðveita og verja margfeldi í náttúruni, samstundist sum pláss er fyri menning av samfelagnum.
Meðan lógin um náttúrufriðing verður umsitin av leikfólki í Friðingarnevndum og Yvirfriðingarnevnd, leyst av politisku skipanini, verður nýggja lógin umsitin av kønum fakfólki í landfyrisitingini undir ábyrgd hjá landsstýrismanninum í umhvørvismálum. Tó verður lokala tilknýtið tryggjað við náttúruverndarnevndum, ið ráðgeva landsmyndugleikanum og ummæla náttúruverndartiltøk.
Uppskotið um lóg um náttúrvernd liggur á heimasíðini hjá Innlendismálaráðnum og eru øll vælkomin at gera viðmerkingar, sigur Innlendismálarðáðið frá.