Nýtt norskt føroyskt oljusamstarv

P/F Sjóborg í Leirvík, og norka felagið Havila Supply skrivaðu hósdagin undir samstarvsavtalu. Nýggja felagið hevur fingið navnið Havborg Supply Service. Fyrsti supply skipið hjá felagnum kemur ætlandi undir føroyskt flagg í næstum.

Fróði Løkságarð


Stendur tað til Osmund Justinussen reiðara, og Per Sævik stjóra í Havila Supply, verður nýggja føroysk norska felagið Havborg Supply Service ein náttúrligur partur av einari møguligari komandi føroyskari oljuvinnu. Nýggja felagið fer at bjóða út tænastur innan frálanda vinnuna við sonvendum supply skipum.

Við bústaði í Leirvík fer nýggja felagið at bjóða seg fram til kundar kring allan knøttin. At byrja við verður bara talan um tað eina skipið. Eftir hvat skilst so verður tað helst Havila Lista sum í fyrstu atløgu verður knýtt at nýstovnaða felagnum. Havila Lista er eitt av teimum nýggjastu skipunum í flotanum hjá Havila Supply. Skipið er 84 metrar langt, og smáar 19 metrar breitt. Skipið hevur eina høvuðsmaskinu uppá 9.600 hestar, og er annars útgjørt soleiðis, at tað far arbeitt allastaðni í heiminum, og líkur øll trygdarkrøv sum oljufeløgini seta.

Bara Føroysk manning

Havila Supply, sum er norski parturin av samtakinum, hevur drúgvar royndir við skipum av hesum slag. Felagið eigur 30 skip sum sigla ymsa staðni kring jørðina, men tó er strørsti parturin av hesum skipum at finna í Norðsjógvnum. Tað eru 308 sjómenn knýttir at hesum norska reiðarínum, harav eru einir 12 ? 14 føroyingar.

Havila Lista sum kemur undir føroyskt flagg skal bara vera mannað við føroyingum. At byrja við verður tó roknað við at einir tveir norðmenn vera við skipinum.

Havborg Supply Service chartrar norska skipið at byrja við. Skuldi eitt skip av slíkum slag verið keypt higar, hevði talan verið um eina rættuliga stóra íløgu. Skip av hesum slagnum verða bygd fyri millum 150 og 200 milliónir.

Fyrstu tíðina, eftir at nýggja felagið hevur yvirtikið skipið, fer Havila Lista at sigla fyri norska oljufelagið Statoil, sum samstarvar við Havila Supply. Havila hevur ein tvey ára sáttmála við Statoil um leigu av Havila Lista. Hetta leigumál fellur nú til nýggja felagið. Av tí sama var eisini eitt umboð fyri Statoil við á tíðindafundinum, og greiddi hann frá um tey krøv sum Statoil setur til sínar tænastuveitarar á hesum økinum.


Gamlir kenningar

Tað er ikki bara av tilvild at tað skuldi blíva til samstarv millum feløgini hjá Osmund Justinussen og Per Sævik.Teir báðir kennast frá fyrr av, men tó ikki í samband við oljuvinnu. Báðir hava teir verið formenn í ávíkavist tí føroyska og norska reiðarafelagnum.

Tá Havila Supply fekk hug at vera við í einari møguligari føroyskari oljuvinnu, var samband tikið upp við Osmund Justinussen og P/F Sjóborg, og skjótt var greitt at báðir partar vóru áhugaðir í einum samstarvi. Per Sævik stjóri í norska Havila Supply segði seg vera sera væl nøgdan við sínar nýggju føroysku samstarvsfelagaðar. Uttan hjálp frá útlendingum, hevði tað verið rættuliga trupult at fingið eitt sovorið føroyskt felag upp á føtur. Íløgurnar høvdu verið so mikið stórar, at ilt hevði verið at fingið tann neyðuga eginpeningin á borðið. Stjóri í Havborg Supply Service er Tummas Justinussen.