Nýtt lag frá Maibrit Josenius Hammer

Fá mugu ivast í, at í Føroyum er tónleikurin í hásæti, og evnaríku tónleikararnir eru nógvir í talið. Ein teirra er Maibrit Josenius Hammer, sum í hesum døgum hevur verið í upptøkuhølunum, og úrslitið er nú klárt.

 

Ein nýggjur og evnaríkur tónleikari á føroyska tónleikapallinum, er Maibrit Josenius Hammer. Hon hevur spælt tónleik alt sítt lív, og hevur hon altíð verið hugtikin av instrumentum - serstakliga klaveri og guitara. Men røddin er tað instrumentið, sum Maibrit hevur lagt størstan dentin á.

 

Maibrit hevur júst verið í upptøkuhølunum hjá Búgva Hanusarson, og upptikið ein nýtt lag. Hon framførir alt einsamøll, og hevur hesin sangurin heiti: The Despondent Adventurer.

 

Sangurin bleiv skrivaður í flogfarinum áveg heim úr Prag í heyst í samband við hon skuldi gera upptøkur í januar.

 

Úrslitið kann hoyrast her:

 

www.youtube.com/watch