Útgáva
Triðja bindið í røðini Føroyskt lógarrit er komið út. Hesaferð er temaið rættur, skattur og olja. Hetta triðja bindið í røðini telur fleiri greini og fleiri blaðsíður enn tey bæði undanfarnu.
Greinarnar í ritinum hesaferð eru fimm í tali. Árni Olaffson hevur skrivað eina grein við heitinum Landgrunsmarkið móti Bretlandi. Jógvan Elias Winther Poulsen hevur skrivað greinina Loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum á føroyskum øki. Asbjørn Olsen, sum til dagligt fæst við skattaviðurskifti, hevur skrivað eina grein um skattaviðurskifti í sambandi við eina komandi oljuvinnu. Greinin hevur heitið Avskrivingar hjá útlendskum feløgum, sum bert eru skattskyldug eftir kolvetnisskattalógini. Afturat hesum hevur Kári á Rógvi skrivað tvær greinir um ásetingar og orðingar í sambandi við lóg.
Hetta er sum áður nevnt triðju ferð, at Føroyskt Lógar Rit kemur út. Hetta triðja bindið gjørdist eitt sindur seinkað og skuldi av røttum verið komið út í fjør.
Ætlanin fyri Føroyskt Lógar Rit er at geva út tilfari um lógarviðurskifti í Føroyum, har hugt verður eftir ymiskum evni, eins og tað kann vera ymiskt, hvat fyri slag av tilfari kemur at standa í. Miðjað verður ímóti av hava bæði teoritiskar viðgerðir eins og lýsingar av praksis innan fyristing í Føroyum.
Alt arbeiði í sambandi við Føroyskt Lógar Rit verður gjørt sjálvboðið. Landið letur stuðul til arbeiði, men hesin fer til at fáa ritið prentað.
Ein ritstjórnin stendur aftanfyri Føroyskt Lógar Rit. Í løtuni er Birta Biskopstø ovasti ritstjóri. Hon sigur tað vera eina stóra uppgávu at fáast við ritið, men tey dríva á.
Ætlanin aftanfyri Lógar Ritið er fyrst fremst tað, at stórur tørvur á lógartilfar av hesum slag í Føroyum. Ritstjórnin miðjar ímóti at fáa skrivaðar góðar og fakliga rættar greinir um føroysk lógarviðurskifti.
Lógar Ritið er ikki skrivað við bert tí fyri eygað at stimbra eitt kjak í Føroyum. Heldur verður roynt at varpa ljós á nøkur viðurskifti innan lóg í Føroyum. Hvørt bindið sær hevur eitt tema. Tey bæði fyrru bindini tóku temaini Fólk og Fullveldi og Sjálvræði og Sjómark upp at venda.
Føroyskt Lógar Rit er skrivað av lógarkønum, men er ikki ætlað nøkur ávísum málbólki ella fakbólki.
Føroyskt Lógar Rit fæst í bókabúðum kring landið.










