Nýtt felag skal bjarga bygdini

Livilíkindini í bygdunum í Tórshavnar Kommunu eru í løtuni út av lagi
vánalig. Nú fara kollfirðingar til verka og hava stovnað felagið “Bygdabjarging”.

Tann fyrr kendi friðurin í Kollafirði verður nú órógvaður av larmandi og dálkandi virksemi á Langasandi og bygging av bingjuhavn á Oyrareingjum, ið
við tíðini kemur at avoyða Signabø, Oyrareingir og Langasand - alt búpláss, ið hava verið í øldir.
- Í fyrsta umfari fara vit í holt við tiltøk, ið forða fyri, at Tórshavnar Havn sleppur at halda fram við sínum ótolandi larmi, sigur Høgni Johansen, ein av stovnarunum í felagnum Bygdarbjarging.
Eisini sigur hann, at endamálið er jú at varðveita og tryggja góð livilíkindi í bygdunum í Tórshavnar Kommunu, og at verja bygdirnar móti ágangi á teirra livilíkindi.
Hetta er eitt felag við ætlanum. Sum nú er, eru uml. 200 limir teknaðir, teir flestu eru úr Kollafirði. Tá ið ein nevnd er vald, verða
arbeiðsbólkar settir.
Ein skal taka sær av at kunna føroyskar og útlendskar fjølmiðlar. Ein annar skal kanna um møguleikar eru fyri og møguliga
fyrireika endurgjaldskrav ímóti Tórshavnar Havn fyri virðisminking av ognum, og tann triði og seinasti bólkurin skal kanna hvørjar altjóða
reglur eru og hvørjir altjóða kærustovnar eru, nú okkara egnu myndugleikar einki gera og enntá geva undantak frá umhvørvislóggávu, ið er samtykt at
Føroya Løgtingi, endar Høgni Johansen, ið vónar at hetta veruliga fer at fremja eina broyting á bygd.