Til tess at skapa eitt forum fyri fakligum kjaki, samstarvi og íblástri, er eitt felag fyri løgfrøðingar stovnað. Forkvinna felagsins er Kristina Samuelsen
Tann 22. mai varð stovnandi aðalfundur í felagnum Lóg. Felagið er stovnað við tí endamáli at skapa eitt forum fyri fakligum kjaki, samstarvi og íblástri um løgfrøðilig evni.
Millum teir 25 løgfrøðingarnar, ið vóru á fundi, varð ein fimm manna nevnd vald. Í nevndina komu Jóannes Madsen, Gunn Ellefsen, Finn Ougaard, Kristina Samuelsen og Katrina Maria Johannesen. Nevndin skipaði seg aftaná við Kristinu Samuelsen sum formanni og Finn Ougaard sum næstformanni.
Áhugaðir løgfrøðingar, ið ikki hava fingið kunning um felagið, eru vælkomnir at venda sær til ein av nevndarlimunum, sigur nýggja felagið í tíðindaskrivi.