Nýtt føroyskt kórverk framførast til jóla


 

Tíðindaskriv



Leygardagin 8. septembur byrja kórvenjingarnar í samband við framførsluna av nýggja kórverkinum »Jólaboðskapurin«. Tað snýr seg um eitt verk fyri ferræddað blandað kór í seks satsum, ið Jóhan Mortensen hevur skrivað. Hetta kórverkið er heldur meira rútmiskt enn tey undanfarnu, ið Jóhan hevur skrivað.

Venjingarnar verða ikki hvønn leygardag. Nakrir leygardagar verða valdir út frá nú av og framyvir. Ætlanin er at fáa so nógv fólk, sum til ber, at koma til venjingarnar ? bæði yngri og eldri, royndar sum óroyndar sangarar.

Tónleikararnir, sum skulu spæla undir til framførsluna, ið er løgd at vera í Fríðrikskirkjuni 9. desembur, fara undir venjingarnar í næstu framtíð, og ætlanin er, at teir av og á skulu venja saman við sangarunum.

Fyrsta venjingin verður í sangstovuni í skúlanum á Glyvrum leygardagin 8. septembur klokkan 15:00 til 17:30. Sjálvandi verður eisini tíð at hugna sær og drekka ein drekkamunn saman.