Tað avgjørdu tey umleið 600 fólkini, sum búgva á oynni, á einari fólkaatkvøðu í gjár.
Jennifer Cochrane var ein av teimum, sum vóru á fólkaatkvøðu, og hon sigur við AP-tíðindastovuna, at tann gamla skipanin hevur virkað væl, men at hon kortini hevur elvt til trupulleikum hjá teimum, sum hava keypt sær jørð á oynni.
-Í veruleikanum snúði tað seg um at forða fyri, at alt skuldi standa í stað, og hetta er eitt stórt framstig. Okkum tørvar ikki eina kollvelting, men nýskipanir, sigur Jennifer Cochrane.
Sark, sum vit kenna frá Oyggjaleikunum, er einar 18 fjórðingar úr fronsku strondini og partur av Ermasundsoyggjunum saman við Guernsey og Jersey. Oyggin er undir bretsku krúnuni, men er kortini ikki ein partur av Bretlandi. Sark er fimm kilometrar long og hálvan triðja kilometur breið.









