Í minsta lagi 27 fólk vórðu dripin, tá vápnaðir menn í morgun lupu á eina mosku í bygdini, Unguwan Mantau í útnyrðingspartinum av Nigeria.
Tað siga íbúgvar í býnum, og tað er eitt nú tíðindastovan, Reuters, sum endurgevur.
Í fyrstani søgdu lokalu myndugleikarnir, at talan var um í minsta lagi 13 fólk, sum høvdu latið lív, men síðan er talið dagført og er nú komið upp á í minsta lagi 27.
Upplýsingarnir eru sambært Reuters frá býarleiðarum og lokalum sjúkrahúskeldum. Umframt tey deyðu, vórðu mong særd í álopinum.
- Eingin hevur tikið ábyrgd av álopinum á moskuna í Unguwan Mantau, veit Reuters at siga í kvøld.