Verjuleiðarar í vesturlendska hernaðarsamgonguni NATO skulu hittast í morgin at umrøða Ukraina og leiðina fram.
Tað upplýsir tíðindastovan Reuters, sum hevur tosað við embætisfólk í amerikansku stjórnini og embætisfólk í NATO.
Alexus Grynkewich, sum er generalur í amerikansku flogverjuni og hevur ábyrgdina av NATO-virkseminum í Evropa, skal eftir ætlan kunna verjuleiðararnar.
Kunningarfundurin skal viðgera úrslitini av fundinum í farnu viku millum amerikanska forsetan, Donald Trump, og russiska forsetan, Vladimir Putin, í Alaska.
Síðani - nevniliga mánadagin - hitti Trump evropeiskar leiðarar og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.
Amerikanska stjórnin arbeiðir í løtuni saman við evropearum við at sniðgeva trygdarváttanir fyri Ukraina, um friðaravtala verður gjørd millum Ukraina og Russland.
Hetta eru trygdir, sum eru ætlaðar at halda Russlandi frá møguligum framtíðar álopum.
Trump hevur vrakað hugskotið um at senda amerikanskar herdeildir inn í Ukraina fyri at varðveita ein møguligan frið. Tað kann Evropa sambært Trump gera. Men USA kundi verið klárt við loftstuðli.
- Tað verður onkur slag av trygd. Tað kann ikki vera NATO, segði Trump við Fox News fyrr týsdagin.
- Teir (evropearar, red.) eru til reiðar at seta fólk á jørðina. Vit eru fús at hjálpa teimum við tingum - serliga, nokk, um tú kanst tosa um tað úr luftini.
Ein amerikanskur embætismaður sigur, at amerikanski verjumálaráðharrin, Dan Caine, væntandi eisini kemur á fundin mikudagin. Tó kunnu tær ætlanirnar broytast.
Ritzau/Reuters