Í Hvítu Húsunum vita tey í kvøld at siga, at Donald Trump í dag hevur tosað við Viktor Orban.
Viktor Orban er forsætisráðharri í Ungarn, sum hevur verið limur í Nato síðan 1999.
Ungarn gjørdist eisini limur í ES fyri stívliga 20 árum síðan - ella í 2004.
Sambært Reuters tosaðu Donald Trump og Viktor Orban í dag um fyrireikingarnar hjá Ukraina at gerast limur í ES.
Teir tosaðu eisini um, at Budapest, sum er høvuðsstaður í Ungarn, kundi verið møguligur fundarstaður hjá Zelenskyj og Putin.